Tað er eingin loyna, at eldraøkið er í rættiligari starvsfólkaneyð. Tað er heldur eingin loyna, at sjúkrarøktarfrøðingar, og aðrir starvsbólkar í heilsurøktini, hava lagt nógv fyri hesi bæði seinasatu árini í royndunum at basa koronu. Hetta var eisini ein av spurningunum, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tók fram í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.
Hann vísir á, at Búskaparráðið metingae vísa, at tað tilsamans verður tørvur á næstan 2.000 starvsfólkum afturat á til heilsuøkinum og á røktarøkinum hesi næstu 10 árini.
Hann staðfesti, at serstakar tíðir krevja serstakar loysnir. Hann ásannaði eisini, at heilsuøkið og røktarøkið er ein grundarsteinur undir okkara vælferð og tí verða vit eisini noydd til at gera nakrar serstakar og framfýsnar broytingar fyri at bøta um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á hesum økjunum. Tað verður eisini neyðugt at seta framfýsin tiltøk í verk fyri at fáa fleiri fólk at velja sær starv á hesum øki fyri at basa starvsfólkatrotinum.
– Eg fari í dag at koma við einum sosial-liberalum boði uppá, hvussu hetta kann gerast segði Bárður á Steig Nielsen. Hann sigur, at hansara uppskot er, at starvsfólkið í heilsuverkinum og í røktini, skulu fáa ein skattalætta. Hann sigur, at ein slíkur skattalætti skal geva starvsfólkunum á hesum økjum ta virðing, tey hava uppiborið. Samstundis skal tað eggja teimum, at halda fram at starvast á hesum økjum og endamálið er eisini at eggja fleiri fólkum at velja sær størv í heilsuverkinum og á røktarøkinum.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað kundi eisini verið ein loysn at umskipa av Heilsuskúlan og so at útbúgvingarnar eisini kundu verið við fjarlestri. Hetta hevði styrkt um fakliga kunnleikan hjá starvsfólkahópinum á eldraøkinum og í røktini annars, legði hann afturat. Bárður á Steig Nielsen sigur, at hetta er eitt kjarnumál hjá Sambandsflokkinum og at tað er neyðugt við á hesum økið fyri at varðveita vælferðina.
Løgmaður sigur, at tilsamans at hvørt prosent, starvsfólkini fáa í skattalætta, fer tað at kosta tað landskassanum og kommunukassunum átta milliónir krónur.