Kaj Leo Holm Johannesen hevur ongar ætlanir um at loysa Kára P. Højgaard úr starvi og reisa eitt revsimál móti honum, sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna.
Tað ger løgmaður greitt í einum svari til grein-52 spurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni. Svarið er dagfest 2. september og er latið løgtingsskrivstovuni í morgun.
Løgtingsmaðurin spyr beinleiðis, um løgmaður ætlar loysa landsstýrismannin úr starvi. Svarið frá løgmanni er stutt: ”nei”.
Í grein-52 fyrispurninginum, sum er settur 16. august, vil Høgni Hoydal eisini hava løgmann at vátta, at Kári P. Højgaard hevur bundið seg til at veita Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) eina millión krónur í endurgjaldi, um sáttmálin ikki er undirskrivaður 31. august.
Tað váttar løgmaður í svarium. Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at sambært eini ískoytisavtalu skal landið rinda eina millión krónur til CIP, og pengarnir fella til gjaldingar 5. september.
Sambært eini frágreiðing, sum Innlendismálaráðið lat Løgmansskrivstovuni mikudagin í síðstu viku, var løgmaður sjálvur við til at gera hesa ískoytisavtalu við CIP.
Í tí frágreiðingini skrivar aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, soleiðis um ta einu milliónina:
Á fundi millum løgmann/landsstýrismannin í innlendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 mió. kr., eitt sokallað “ break fee”, um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagið 31. august 2013.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, um løgmaður heldur at landsstýrismaðurin hevur fyrisitið lógliga, tá hann hevur hildið upplýsingar aftur fyri løgtinginum. Í svarinum sigur løgmaður seg ganga út frá, at alt er í lagi.
Løgmaður svarar:
Eg gangi sum løgmaður út frá, at landsstýrismaðurin, í samband við at hann hevur gjørt hesar trúnaðaravtalur, hevur tryggjað sær, at hann, í samband við atknýtta løgtingsmálið, heldur seg innan karmarnar av lógini um ábyrgd landsstýrismanna við ikki at tiga við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum. Eisini gangi eg út frá, at hann hevur neyðugu heimildina í innlitslógini at undantaka upplýsingarnar frá almennum innliti.
Víðari svarar løgmaður, at hann væntar sær eina útgreining av hesum í tí frágreiðing, sum hann nú fer at fáa frá landsstýrismanninum í innlendismálum.