– Eg ætli mær ikki at halda fast við samráðingarleiðsluna. Vit hava tapt valið, so eg fari ikki at halda fast við initiativið, sigur Aksel V. Johannesen.
– Men vit fara at tosa saman innanhýsis í Javnaðarflokkinum í dag – tað gera hinir flokkarnir eisini, í øllum førum teir stóru, sigur Aksel V. Johannesen.
– Síðani fari eg at tosa við floksforfólkini hvør sær, sigur Aksel V. Johannesen.
Formliga skal hann boða løgtingsforkvinnuni frá, at hann, um tað verður niðurstøðan, ikki fær skipað samgongu, og so innkallar løgtingsforkvinnan til eitt formansumfar, har flokkarnir hvør sær peika á tann, sum tey halda skal vera samráðingarleiðari.
Aksel V. Johannesen væntar, at allur dagurin í dag fer við at tosa við flokkarnar, og at hann fer at venda sær til løgtingsforkvinnuna í morgin.
Hóast Bjørt Samuelsen er givin í politikki og ikki stillaði uppaftur á valinum í gjár, so er hon framvegis løgtingsforkvinna til nýggja tingið verður sett. Tað verður í seinasta lagi mánadagin 13. apríl, tá nýggj samgonga sannlíkt verður skipað.
Í seinasta lagi tann dagin verður tingfundur, har løgmaður verður valdur. So fer løgmaður helst á tingfundinum at boða frá, hvønn hann tilnevnir til landsstýrisfólk, og um talan er um tingfólk, so leggja tey sannlíkt tingsessin niður á hesum fundinum, og so taka varafólkini við. Um øll landsstýrisfólkini eru tingfólk, so koma tey næstu á listunum inn í Løgtingið í teirra stað. Helst verður talan um tilsamans seks ella sjey landsstýrisfólk í nýggja landsstýrinum.
##med2##











