Í næstu viku fer løgmaður til Russlands og Kasakstan at gera tað lættari hjá føroyingum at sleppa á marknaðin í teimum londunum
- Áhugin hjá føroyskum vinnulívi at fáa betri atgongd til marknaðin í Kasakstan og í Russlandi, er vaksin nógv seinastu árini.
- Samstundis er eftirspurningurin í Russlandi eftir bæði laksi og uppsjóvarfiski veksandi, sigur løgmaður.
Sum liður í arbeiðnum at fáa fríhandilsavtalu við Eurasisku tollsamgonguna, fer løgmaður í næstu viku at vitja í Russlandi og í Kasakstan, har hann skal hitta avvaðandi ráðharrar.
Eurasiska tollsamgongan fevnir um Russland, Kasakstan og Hvítarussland
- Tá ið Russland, Kasakstan og Hvítarussland hava gjørt eina tollsamgongu, ber ikki til einans at gera eina fríhandilsavtalu við Russland. Nú mugu vit gera eina frihandilsavtalu við øll trý londini. Vit mugu tí samskifta bæði við kommissiónina, sum tekur sær av handilssáttmálum við tollsamgonguna, og á hægri politiskum stigi, vísir løgmaður á.
Á myndini eru tað Løgmaður og Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri í Russlandi.