Løgmaður til Noregs

sama dag, sum samráðingar verða í London um markið

 

Tað er nú avgjørt, at Edmund Joensen, løgmaður fer á vitjan í Noregi í døgunum 24. og 25. september. Tað er nakað síðani, at norski orkumálaráðharrin Frøjland beyð løgmanni, sum eisini umsitur oljumál, at koma til Noregs at vitja. Endamálið við vitjanini er at kunna løgmann og harvið føroyingar um norsku oljuvinnuna, og í hvønn mun føroyingar kunnu læra av norsku royndunum.

Sjálvandi er eitt endamálið við slíkari innbjóðing eisini at skapa kontaktir millum norska oljuídnaðin og Føroyar, nú føroyingar so smátt eru farnir at fyrireika seg uppá eina komandi frálandavinnu.

Løgmaður hevur eisini eina innbjóðing liggjandi at vitja í Bretlandi. Hesa hevur hann tó fyribils lagt á hillina. Eftir tí, sum Sosialurin skilur, so heldur løgmaður tað ikki vera hóskandi at fara á almenna vitjan í Bretlandi, soleingi, at marknatrætan ikki er loyst.


Markið á skránni í London

Um somu tíð, sum løgmaður er á vitjan í Noregi, verður fundur í London um markið millum Bretland og Føroyar. Fundurin er nú settur til at vera 25. september. Sum skilst verður í løtuni arbeitt við einum nýggjum politiskum útspæli frá løgmanni og uttanlandsnevnd. Hetta er m.a. svar uppá tað seinasta bretska útspæli frá fundinum í Keypmannhavn herfyri.

Bretar og føroyingar eru annars vornir samdir um at koma til eina ella aðra niðurstøðu innan eitt hálvt ár. Antin verður semja gjørd, sum báðir partar kunnu góðtaka ella verður avgjørt at senda málið til hægstu politisku myndugleikarnar í báðum londunum. Hesir skulu so taka støðu til, um tað skulu fara fram politiskar samráðingar millum londini sum eina seinasta roynd at fáa eina samráðingarloysn - ella um málið skal fara til Haag-dómstólin.

Árni Olafsson, samráðingarleiðari sigur, at tímaglasið er við at renna út fyri víðari samráðingum og vónar hann, at partarnir kunnu koma til eina loysn skjótt.

Bretar sleppa gráari leið

Herfyri avgjørdi bretska stjórnin at ganga inn undir reglurnar í altjóða havrættarlógini, sum siga, at tað ber ikki til at brúka óbygdar klettar sum grundlinjupunkt fyri marknaáseting.

Í hesum sambandi koma bretar at sleppa kravinum til eitt umleið 6000 kvkm. stórt øki, sum higartil hevur verið grá leið millum Bretland og Føroyar.

Bretar hava annars gjørt greitt, at kravið teir hava slept snýr seg bert um fiskimark. Tað hevur einki við møgulig ráevni í undirgrund at gera.