Í túninum í Tinganesi. Eivy Olsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, handar undirskriftirnar. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Løgmaður: Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum

Seinastu tíðina hevur Róðrarfelagið Knørrur í Havn verið órógvað av, at landsstýrið hevur sagt upp leigusáttmálan hjá felagnum í Evensens Pakkhúsi í Tinganesi.

 

Í túninum í Tinganesi. Eivy Olsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, handar undirskriftirnar. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Í hesum sambandi hevur felagið savnað saman undirskriftir og heita á løgmann um at felagið sleppur at halda fram við leigusáttmálanum.

Og í gjár handaði felagið løgmanni undirskriftirnar frá teimum 832 fólkunum, ið saman við felagnum heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina í Evensens pakkhúsi.

 

– Tað var ein væleydnað handan, skrivar felagið.

– Undirskriftirnar vórðu latnar løgmanni í leikluti hansara sum verji fyri føroyska ítrótt. Eivy Olsen, forkvinna okkara, vísti á, at løgmaður bæði kann og ivaleyst eisini vil gera sítt fyri at loysa støðuna. Tað eigur at bera til, tí hóast tilfar til Stokkastovuna skal goymst í Evensens pakkhúsi, so er plássið so mikið stórt, at rúm eigur at vera fyri Róðrarfelagnum Knørri eisini, skrivar felagið.

Forkvinnan vísti at enda á, at skal Róðrarfelagið Knørrur ikki fara á gøtuna tann 1. apríl, so hevur løgmaður møguleikan at royna leiklut sín sum verji hjá føroyskari ítrótt í verki.

Løgmaður tók væl ímóti undirskriftunum og fegnaðist bæði sum løgmaður og gamal kapprógvari um, at Róðrarfelagið Knørrur er eitt so aktivt og eldhugað felag, og at tað við saman við øðrum stendur so sterkt um tjóðarítróttin.

 

##med2##

Løgmaður segði seg hava fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at virksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi skal ikki vera ávirkað meiri enn hægst neyðugt. Og tó at ikki allir bátar felagsins fara at rúmast har, so skal pláss vera fyri báðum pørtum í Evensens pakkhúsi, segði løgmaður at enda.

– Tað vóru góð boð at fáa, skrivar felagið.

– Tí við teimum er vón um, at vit verða ikki heilt so vongskerd, sum útlit hava verið fyri, og at vit summpart fara at kunna vera í Evensens pakkhúsi, inntil vit um nøkur fá ár fáa herbergað bátunum í komandi neysti okkara í Álakeri. Samanumtikið ein sera væleydnað handan, skrivar felagið.

Og løgmaður kom sjálvandi yvir í Evensens pakkhús at hitta felagið til kaffi aftaná. Kappróðrarmaður er, so tað var líkatil at fáa eitt prát. Og enn fegnari varð hann at fáa ein bita av skerpikjøti eisini. Úr Vestmanna, sum vera man.

 

##med3##

 

##med4##

 

Í túninum í Tinganesi. Eivy Olsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, handar undirskriftirnar. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Undirskriftirnar, við tveini um og húna sum áskriftarseðli. Mynd: Ólavur Frederiksen

Løgmaður er gamal kapprógvari og hevur tikið mangt takið við Vestmenningi.. Mynd: Róðrarfelagið Knørrur