Løgmaður skuldi ikki fundast einsamallur

- Eg haldi greitt, at løgmaður skuldi havt embætisfólk við sær á fund við Rúna Bro Róin, sigur løgmansstjórin

Marjun Hanusardóttir verður í løtuni avhoyrd í tunnilsmálinum. Hægsta
embætisfólkið hjá løgmanni sigur seg einki kenna til nakran telefonfund
millum Kaj Leo Holm Johannesen og Rúna Bro Róin 24. juni í fjør, og hon
veit heldur ikki stórvegis at fortelja um fundin millum løgmann og
CIP-stjóran tveir dagar seinni, mikumorgunin 26. juni.

Nei, eg veit einki um, at løgmaður tosaði við Rúna Bro Róin henda dagin,
segði Marjun Hanusardóttir.

Undir avhoyringini av stjóranum á Løgmansskrivstovuni upplýsti hjásitarin
hjá løgmanni, advokaturin Sigmund Poulsen, at løgmaður nú hevur fingið
eina útskrift av øllum telefonsamrøðum á síni fartelefon, dagarnar frá 24.
til 28. juni.

–Sambært útskriftini er eingin samrøða við Rúna Bro Róin á fartelefonini
hjá løgmanni, sum løgmaður annars brúkar til alt, segði Sigmund Poulsen
undir avhoyringini fyrrapartin.

Sambært hjásitaranum hjá løgmanni hevur Kaj Leo Holm Johannesen nú biðið
um at fáa eina útskrift av síni fastnettelefon, sama tíðarskeið.

Meðan telefonfundurin mánadagin 24. juni millum løgmann CIP-stjóran
framvegis hongur í óvissuni, so er greitt, at teir báðir hittust á fundi
mikumorgunin 26. juni. Undir avhoyringini staðfesti Marjun Hanusardóttir
tó, at einki skrivligt tilfar finst frá hesum fundi.

Sjálv var hon í Danmark í privatum ørindum, tá løgmaður fór á fund við
Rúna Bro Róin. Men spurd, hvørt løgmaður vanliga er einsamallur á fundum
av slíkum slag, svaraði Marjun Hanusardóttir vegna sína fyrisiting:

–Okkara útgangsstøði er, at vit eru við til at leggja til rættis og
eisini eru við á teimum fundum, sum hava við økið hjá løgmanni at gera,
segði Marjun Hanusardóttir og legði afturat, at sjálvandi kemur tað fyri,
at fólk koma á gátt til óformelt kaffiprát hjá løgmanni.

Marjun Hanusardóttir segði seg hava skilt, at landsstýrismaðurin í
innlendismálum hevði biðið løgmann um at tosa við CIP og greiða teimum frá
sínari politisku avgerð um at tunnilsætlanin skuldi aftur í løgtingið,
heldur enn undirskrivast í Løkshøll 27. juni.

–Men tað hevði sjálvandi verið gott , um vit embætisfólk høvdu verið við,
tí so var kanska ikki so nógv at diskurtera, segði Marjun Hanusardóttir.

Løgmansstjórin upplýsti, at hon síðani hevur tosað við løgmann um hesi
viðurskifti.

–Men sum eg skilji á løgmanni, so hevði hann fatað samrøðuna (við Rúna
Bro Róin, red.) sum sera óformella, segði Marjun Hanusardóttir.

–Tað vil siga, at bara tað er nóg óformelt, so er í lagi, spurdi Jens Wang.

–Eg sigi ikki at tað er í lagi. Eg haldi greitt, at løgmaður skuldi havt
embætisfólk við sær á fundin við Rúna Bro Róin 26. juni, segði Marjun
Hanusardóttir undir avhoyringini fyrrapartin.

Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, hevur nú biðið um at sleppa at
síggja privatu notesbøkurnar hjá Marjuni Hanusardóttir. Avhoyringin av
løgmansstjóranum varð tikin uppaftur klokkan 13 og er ikki liðug enn.