- Vit kunnu ikki hava álit á einum landsstýrismanni sum Jørgen Niclasen.
Tað sigur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og forkvinna í Landsstýrismálanevndini.
Hon sigur, at ein landsstýrismaður, sum hevur verið stjóri í eini fyritøku, sum hevur selt vørur, uttan um tollvaldið, kann ikki vera landsstýrismaður, sigur Sirið Stenberg.
Og í hesum føri hevur tað ongan týdning yvirhøvur, at hetta er hent fyri yvir 20 árum síðani.
Hinvegin staðfestir Sirið Stenberg, at í hesum førum er ikki talan um brot um lógina um ábyrgd landsstýrismanna, tí tollmálið hjá Jørgen Niclasen er langt fyri hansara tíð sum landsstýrismaður.
Men hinvegin er hetta eitt politiskt mál, sum ikki kann fara afturvið borðinum uttan víðari.
Sjálv heldur Sirið Stenberg, at hevði løgmaður tikið sína eftirlitsskyldu í álvara, hevði hann koyrt Jørgen Niclasen frá.
Men tað hevur hann boðað frá, at hann ikki fer at gera.
Tískil er hetta eitt mál, vit í andstøðuna eiga at umrøða at vita um tað er nakað, vit kunnu gera, sigur tingkvinnan fyri Tjóðveldi.
Hon sigur, at nú Løgtingið kemur saman aftur í hesi vikuni, fer andstøðan at umrøða tollmálið hjá Jørgen Niclasen.
Fyrrenn tað er gjørt, kann hon ikki siga, hvat kann gerast.
|