Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fer í morgin á flog úr Føroyu við kós ímóti Ankara. Har skal hann skrivað undir handilssáttmála við Turkaland.
Eftir tað gongur leiðin til Brússel í Belgia, har Kaj Leo skal undirskriva granskingarsáttmála millum Føroyar og Europasamveldið.
- Tað er við eyðmýkt og ein framíhjárættur at sleppa at umboða okkara land mótvegis okkara vinum í Turkalandi og ES, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í dag.