Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal nú greiða Løgtinginum frá, um hann ætlar at broyta lønarvirðuskiftini hjá politikatum
Tað er Rigmor Dam, tingkvinna, sum spyr løgmann, hvørjar ætlanir hann hevur á økinum.
Tingkvinnan vísir á, at lønarviðurskiftini hjá politikarum hava verið afturvendandi umrøðuevni í seinastuni.
Serliga hevur tað vakt ans, at landsstýrisfólk, sum fara frá, og taka sæti á tingi, fáa bæði løn sum tinglimir og fulla løn sum landsstýrisfólk í eina tíð, ella tvær lønir tilsamans.
Tað hevur eisini vakt ans, at politikarar hava nógv betri eftirlønarviðurskifti enn onnur.
- Nógvir politikarar kunnu longu fara frá við fullari pensjón sum 60 ára gamlir og landsstýrisfólk fáa fulla pensjón eftir bara átta árum í landsstýrinum.
Samstundis fáa landsstýrisfólk rættiliga nógv í koyripengum.
- Sum dømi kenn nevnast, at landsstýrifólk, sum bugva í Norðoyggjum og í Suðuroy, fáa einar 164.000 krónur um árið í koyripengum, landsstýrisfólk úr Eysturoy fáa einar 100.000 krónur um árið og landsstýrisfólk úr Vágum fáa einar 142.000 krónur um árið í koyripengum, staðfestir Rigmor Dam.
Hinvegin fáa landsstýrifólk úr Tórshavn onki.
Løgmaður skal eisini greiða tinginum frá, hvat hann meinar við, tá ið hann í Sosialinum sigur, at hann tekur undir við at broytingar verða gjørdar, men at hann ikki fær undirtøku fyri tí.
Rigmor Dam vil eisini hava at vita, um nakað hendur í málinum, og nær nakað hendur.
Í hesum sambandi vísir hon á, at løgmaður hevur sjálvur boðað frá, at uppskot skal leggjast fyri Løgtingið um at broyta lønarviðurskiftini hjá politikarum.