Nú føroyingar og onnur, sum eru í Føroyum, teljast millum tey, ið fríggjamorgunin fáa høvi at uppliva eina fulla sólarmyrking, hevur in.fo spurt nøkur fólk, um tey eru spent til sólarmyrkingina, hvar tey fara at verða, og hvat tey fara at gera.
- Eg eri sera spentur til sólarmyrkingina. Saman við familjuni fari eg at eta morgunmat, og síðan fara vit niðan á Oyggjarvegin at uppliva sólarmyrkingina.
Tað sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir á, at hóskvøldið - tað er í annaðkvøld - skal hann halda røðu fyri 400 útlendskum gestum í Norðurlandahúsinum.
- Jú, eg skilji væl, at útlendingar koma higar til lands at síggja sólarmyrkingina, og hetta er eitt gott høvi at marknaðarføra okkara vakra land.
Løgmaður vísir á, at hann er ov ungur til at hava upplivað sólarmyrkingina, sum var 30. juni í 1953.
- Men, eg havi spurt nógv fólk um hetta - eisini sum íblástur til røðuna í annaðkvøld. Fólk siga, at kenslan av, at djórini gjørdust friðarlig, og hitin lækkaði hesa løtu, var ein minst líka sterk kensla, sum tað, at sólin var burtur eina løtu.
Kaj Leo Holm Johannesen væntar, at sólarmyrkingin fríggjamorgunin verður eitt minnið fyri lívið.