Løgmaður sent Keir Starmer lukkuynski

Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, vegna Føroya fólk og landsstýrið, sent nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, lukkuynski.

 

Í brævinum sigur løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland, og at økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi. 

 

Brævið frá løgmanni kann lesast her.