Løgmaður ótrúliga glaður

Hann fegnast um, at Føroyar nú hava meldað seg upp í altjóða samfelagið

Meiriluti í Løgtinginum tekur nú undir við at geva løgregluni loyvi til at loynilurta eftir fólki.

 

Løgtingið hevur nevniliga beint nú samtykt umstrídda lógaruppskotið um at geva løgregluni víðari heimildir at loynilurta eftir fólki í sambandi við álvarslig brotsverk.

 

Andstøðan er hart ímóti ætlanini, men tað gjørdi ikki mun, tí tað varð samtykt kortini.

 

Málið skuldi verða samtykt við nakað síðani, men í evstu løtu var tað sent aftur í rættarnnevndina.

 

Úrslitið av tí varð at loyvið at goyma upplýsingar er tikið burtur úr og sostatt er  uppskotið beint endaliga samtykt.

 Tað vóru 17 løgtingslimir, sum atkvøddu fyri og 10 vóru ímóti.

 

Men ein, sum var serliga fegin um hetta, var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 - Eg eri ótrúliga glaður at vit fáa eitt nøktandi lógargrundarlag á økinum, sigur hann.

 

- Allir leiðarar í øllum londum í Evropa hava sæð tað og tí hava teir langt síðani broytt tað – og tað er hetta, vit gera nú, sigur løgmaður.

 

Hann sigur, at hann følir seg púra tryggan og hann er slett yvirhøvur ikki bangin fyri løgreglan loynilurtar eftir honum.

 

Hann sigur, at hann hevur fult álit á, at løgreglan hevur grein í sínum máli og tá ið spurningurin um at goyma upplýsingar, verður aktuelt, verður tað tikið upp aftur.

 

Hann sigur, at vit hava ásannað, at vit fylgja altjóða reglum og laga okkara reglur eftir tí.

- Vit hava ikki havt amboðini, sum krevjast til at loysa álvarslig brotsverk, sigur løgmaður.