Nú búgva fólk úr 134 ymiskum londum í Føroyum. Fólkini, sum ikki eru úr Norðurlondum, eru nú um 2000. Og nú er tíðin komin at tálma tilflytingina.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni í dag.
– Okkara viðbrekna samfelag má ikki skeiklast, men vit eru nú á markinum til, hvat vit kunnu lofta. Tí mugu vit tátta í. Stóra tilflytingin seinastu árini tyngir okkara skipanir – serliga dagstovnar og skúlar.
– Eg veit, at hetta kann elva til ótryggleika millum føroyingar. Tilflytingin má tí stýrast neyvt. Vit síggja jú avleiðingarnar av miseydnaðari integratión nógvastaðni í Evropa.
– Tey, sum koma higar at arbeiða, nøkta ein stóran tørv. Vit skulu taka okkum væl av teimum og tryggja teimum góðar arbeiðs- og liviumstøður. Men vit kunnu ikki taka ímóti fleiri, enn vit megna at integrera, segði løgmaður.
Hann vísti á, at Føroyar skulu hava skipanir, sum tryggja vinnuni atgongd til neyðuga arbeiðsmegi.
– Men sum politikarar mugu vit sanniliga eisini taka atlit til samanhangsmegina í samfelagnum. Gera vit ikki tað, missa vit meira fyri minni.
– Serliga arbeiðsloyvini ígjøgnum fast-track fingu útlendingarnar at verða munandi fleiri. Men kravið um, at tey, ið vilja hava familju sína higar, sjálv skulu megna at forsyrgja henni, fer væntandi at tálma tilflytingini, segði løgmaður.
Hann vísti á, at landsstýrið er farið undir at dagføra útlendingalógina, sum er meiri enn 20 ára gomul. Og integratiónslógin er um at vera klár.
– Endamálið er at fáa fólk væl inn í føroyska samfelagið bæði málsliga og mentanarliga. Tey skulu vita, hvørji rættindi tey hava, og hvat vit vænta av teimum.
– Útlendingar skulu vera vælkomnir. Men tað mugu ikki koma fleiri, enn vit megna at integrera. Vit mugu finna loysnir, so vit kunnu liva saman í samljóði og tryggleika, segði Aksel V. Johannesen.