Henrik Old vil nú hava løgmann at greiða frá, hvørjar fylgjurnar vera, um danskar havnir verða stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, ið royna eftir sild og makreli.
- Í sambandi við hóttanina frá ES um at steingja havnir fyri føroyskum skipum, ger løgmaður nógv burturúr, at fylgjurnar verða ógvisligar fyri ríkisfelagsskapin ímillum Føroyar og Danmark, um føroysk skip verða stongd úti frá at landa fisk í donskum havnum, sigur tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Fyri at fáa hetta nágreinað nærri, setir Henrik Old tveir ítøkiligar spurningar til løgmann. Javnaðartingmaðurin spyr:
- Hvussu nógvar ferðir og hvussu nógv tons av makreli hava føroysk fiskiskip landað beinleiðis í donskum havnum í 2011, 2012 og higartil í 2013?
- Hvussu nógvar ferðir og hvussu nógv tons av sild hava føroysk fiskiskip landað beinleiðis í donskum havnum í 2011, 2012 og higartil í 2013?
Talan er um ein grein-52a fyrispurning, ið skal svarast innan 10 yrkadagar.