Aksel V. Johannesen, løgmaður og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, vóru til móttøku í Fólkatinginum í dag, har tey fingu høvi at heilsa upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum er á almennari vitjan í Danmark.
Í hesum sambandi hevði hennara Háting Margretha drotning boðið løgmanni til miðmála saman við Ukrainska forsetanum. Til miðmálan luttóku millum annað eisini danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.
Sýndan stuðul til ukrainska fólkið
Í stuttum práti við Zelenskyj forseta, segði løgmaður, at ukrainska fólkið hevur fullan stuðul frá føroyska fólkinum.
Eg nýtti høvi at gera greitt, at Føroyar standa saman við Ukraina í stríðnum um frælsi. Harafturat segði eg forsetanum, at vit framhaldandi fara at taka móti flóttafólkum og veita neyðhjálp til Ukraina.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Síðani stóri sorgarleikurinin í Evropa brast á...
...hava Føroyar tikið móti ukrainskum flóttafólkum. Eitt samt løgtingi lat somuleiðis neyðhjálp til Ukraina í vár, og hendan upphædd verður enn størri komandi ár.