Løgmaður: Hetta hevur verið heilt ótrúligt

Tað var bara eina løtu í gjár, at vit fingu ein forsmakk upp á, hvussu tað var allan túrin í fjør

- Hetta hevur gingið heilt ótrúliga væl.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er ein av teimum 47 súkklarunum, sum manna føroyska Team Rynkeby-liðið, sum í hesum døgum er á veg til París.

Endamálið við súkklutúrunum er at savna pening inn til børn við krabbameini, og familjur teirra.

Og løgmaður er sera væl nøgdur við túrin higartil.

 

Tey eru 100 hundrað kilometrar frá Paris, har tey koma í morgin, so higartil hevur alt gingið sum ætlað.

 

Í fjør viðraði serstakliga illa, men í ár hevur veðrið avgjørt verið til vildar.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr løgmann greiða frá, hvussu tað hevur gingið higartil, nú tað bara er ein dagur eftir, og hoyr hann greiða frá, hvat ikki má henda fyri alt í verðini tann seinasta dagin.