Løgmaður heldur veljarakanning loyniliga

Sambandsflokkurin hevur eisini umbiðið eina veljarakanning. Tann kanningini gevur Sambandsflokkinum sjey tingsessir, sigur løgmaður, sum ikki vil siga, hvat hendan kanning gevur hinum flokkunum.

Sambandsflokkurin hevur eisini umbiðið eina veljarakanning. Tann kanningini gevur Sambandsflokkinum sjey tingsessir, sigur løgmaður, sum ikki vil siga, hvat hendan kanning gevur hinum flokkunum.

 

– Sambandsflokkurin hevur eisini latið gjørt eina kanning fyri 14 døgum síðani, og sambært teirri kanningini, so fáa vit sjey tingsessir. Tað er ikki so galið, so skulu vit bara stríðast meira, tí málið er at fáa átta tingsessir, sigur Kaj Leo Holm Johannnesen í viðmerking til dagsins veljarakanning hjá Sosialinum.

 

Tá løgmaður soleiðis sipar til aðra veljarakanning, so spyrja vit løgmann, hvussu støðan hjá hinum flokkunum var í kanningini, sum Sambandsflokkurin hevur um biðið.

 

– Nei, vit fara ikki út við hasari kannignin. Hon er bara gjørd til innanhýsisbrúk hjá Sambandsflokkinum, sigur løgmaður.

 

Men tá tú sigur, hvat úrslitið hjá Sambandsflokkinum var, kanst tú so ikki eisini siga okkum, hvat til dømis Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Fólkaflokkurin fáa sambært tykkara kanning?

 

– Nei nei. Tað fái eg ikki. Hendan kanningin er bara gjørd til innanhýsis brúk, so eg fari ikki út alment við henni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen – sum bara vil siga, at Sambandsflokkurin kláraði seg betur í eini kanning, sum Sambandsflokkurin hevur umbiðið fyri 14 døgum.

 

(Her kunnu vit í Miðlahúsinum leggja afturat, at vit undrast á, at løgmaður kann draga eina aðra veljarakanning inn í kjakið um hesa veljarakanningina, uttan at siga okkum heildarmyndina í hesi kanning, sum Sambandsflokkurin hevur umbiðið. Men tað vil løgmaður ikki!)

 

Lesið eisini: Samgongan fær ein ordans frammaná

 

Lesið eisini: Hevði roknað við afturgongd