Løgmaður gleðir seg sum eitt barn

– So er seinasti fundur liðugur, nú liggur Paris fyri framman, fara úr Klaksvík í morgin, steðga í Runavík, Oyrarbakka, og á Vaglinum í Tórshavn, áðrenn súkklað verður umborð á Norrønu.

– So er seinasti fundur liðugur, nú liggur Paris fyri framman, fara úr Klaksvík í morgin, steðga í Runavík, Oyrarbakka, og á Vaglinum í Tórshavn, áðrenn súkklað verður umborð á Norrønu.

 

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú hann saman við hinum Rynkebysúkklarunum fer við Norrønu í kvøld.

 

– Nokk av salvu og sólkrem, eg gleði meg sum eitt smábarn, sigur hann og leggur afturat, ta tað er gott fólk at verða saman við – og eitt gott endamál.

 

– Havið tað gott øll somul og passið væl upp á okkara vakra land, heilsar løgmaður, áðrenn hann súkklar úr Klaksvík umvegis Runavík og til Havnar umborð á Norrønu...