- Løgmaður gjørdi eitt mistak, sum næstan er ófyrigeviligt.
Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, nú andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um misálit á løgmann.
- Løgmaður tók málið um Eysturoyartunnilin úr hondunum á mær og tað var eitt ótrúliga stórt mistak, sum næstan er ófyrigeviligt, sigur Kári P. Højgaard, sum her situr ytst til høgru.
Hann sigur, at í veruleikanum snýr alt uppskotið um misálit seg um størsta og fremsta mál, hann fekk at arbeiða við sum landsstýrismaður - og hann hevði fulla heimild at arbeiða við og at avgreiða.
- Eg hevði ikki grunað, at tað skuldi fáa so álvarligar avleiðingar sum hesar, sigur Kári P. Højgaard, sum sjálvur varð koyrdur úr starvi og alt Innlendismálaráðið varð niðurlagt.
- Var tað ikki hent, høvdu tey gjørt kjarnuboringar nú í sambandi við tunnilin.
Kári P. Højgaard mælir framvegis til, at samráðingarnar við privata felagið, CIP, verða gjørdar lidnar.
- Teir hava ikki trekt seg úr verkætlanini, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.










