Løgmaður gestur í FSF Varpinum

Aksel V. Johannesen er gestur í FSF-Varpinum hesaferð

Hesaferð hevur FSF Varpið verið á vitjan í Tinganesi, har Aksel V. Johannesen, løgmaður fortelur um sínar løtur á fótbóltsvøllinum. Í 1991 var Aksel við á liðnum hjá KÍ, sum vann føroyameistaraheitið

 

Les eisini: FSF-Varpið við Jákupi á Borg

 

FSF Varpið á ferð hevur hesaferð verið á vitjan hjá Føroya Løgmanni, Aksel V. Johannesen.

 

Í 1991 var Aksel við til at vinna føroyameistaraheitið við KÍ, og trý ár seinni, í 1994 var Føroya Løgmaður partur av KÍ-liðnum, sum hetta árið vann kappingina um Løgmanssteypið.

 

Men Aksel V. Johannesen hevur eisini verið føroyameistari í aðrari ítróttargrein, har hann møguliga framvegis eigur føroyska metið.