##med2##
Partvíst fer skúlagongdin fram á netinum og partvís í skúlagarðinum.
Tað sigur Undirvísingarstýrið í skrivi til skúlar í dag.
Løgmaður segði púra greitt, tá hann varð spurdur, at børnini skulu í jólafrí, og at eingin undirvísing verður. (Trýstið á pílin undir myndir fyri at hoyra tað, sum løgmaður segði)
Men Undirvísingarstýrið sigur í boðum til skúlarnar, at politiski myndugleikin hevur gjørt av, at skúlin og frítíðarskúlin fer heim mikudagin 15. desember. Men at hetta merkir, at næmingarnir ikki møta í skúlanum frá 16. desember og til seinasta skúladag fyri jól, ið er 21. desember.
Men næmingarnir fáa atlso ikki jólafrí, tí skúlarnir og frítíðarskúlarnir skulu hava opið í neyðugum vavi fyri børnum, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Í tí sambandinum skulu foreldur boða skúlanum frá, um børnini koma í skúla.
Undirvísingarstýrið heitir á skúlarnar um at skipa fyri heimaundirvísing ella øðrum – hvønn dag – í neyðugum vavi, serliga fyrrapart.
Miðdeild og hádeild kunnu møtast á Teams.
– Tað er ein sannroynd, at tað er trupult at skipa fyri heimaundirvísing fyri næmingar í grunddeild, tí verður mælt til, at næmingar í 1., 2. og 3. flokki møtast hvønn dag uttandura, tá veðrið loyvir tí.
Undirvísingarstýrið mælir staðiliga til, at skúlin skipar soleiðis fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur ella hoyrdur hvønn dag til jólafrítíðin byrjar 22. desember.
– Tað er týdningarmikið, at næmingarnir kenna, at teir framvegis ganga í skúla, hóast teir eru heima.
So tað verður ikki so, sum løgmaður boðaði frá á tíðindafundinum í Kringvarpinum í morgun, at skúlarnir fara í jólafrí – uttan undirvísing – frá annaðhvørt týsdegnum 14. desember ella mikudagin 15. desember. Hann hann var ikki greiður yvir, um mikudagurin 15. desember var síðsti skúladagurin ella fyrsti jólafrídagurin.












