Løgmaður fyllir fimmti í dag

Í dag verður Kaj Leo Holm Johannesen 50 ár. Hann er 12. løgmaður Føroya síðani heimastýrislógina í 1948. Hann hevur sitið sum løgmaður síðani 26. september í 2008.

Í dag verður Kaj Leo Holm Johannesen 50 ár. Hann er 12. løgmaður Føroya síðani heimastýrislógina í 1948. Hann hevur sitið sum løgmaður síðani 26. september í 2008.

 

Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 2002. Hann varð afturvaldur í 2004. Beint eftir løgtingsvalið legði Lisbeth L. Petersen frá sær sum floksformaður, og varð Kaj Leo Holm Johannesen valdur til formann Sambandsflokins á landsfundi stutt eftir.

 

Í 2004 var Sambandsflokkurin við í ABC samgonguni, sum var stjórnað av Jóannesi Eidesgaard, løgmanni. Eftir valið í 2008 slitnaði samgongan, og Javnaðarflokkurin skipaði samgongu saman við Tjóveldi og Miðflokkinum. Men tann samgongan helt bara í átta mánaðir, so varð gamla ABC samgongan endurskipað – men hesaferð við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni.

 

Valskeiðið var eitt sindur baldrut, og í á vári í 2011 fór Fólkaflokkurin úr samgonguni. Sambandsflokkurin og Javanaðarflokkurin hildu fram í samgonu, og høvdu avtalu við Tjóðveldi um ávís mál.

 

Men eftir valið í 2011 skipaðu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin samgongu saman við Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er sonur Leo Hans Johannesen, sum doyði í druknivanlukku í Mykinesi í oktober í 1991. Teir høvdu flutt seyð av fjallgongu á Borgardali, tá vanlukkan hendi. Mamman er Karin Holm Johannesen. Tey eru bæði ættað úr Mykinesi.

 

Í uppvøkstrinum hjá løgmanni búði familjan bæði í vestur- og eysturbýnum í Havn. Fyrstu 12 árini búði Kaj Leo í Brøttulíð og gekk á Venjingarskúlanum, og síðani tey næstu 14 í Tjarnarlág.

 

Kaj Leo er einsamallur beiggi við fýra systrum: Liss, Marin, Jákubina og Oddvør.

 

Hann er giftur við Jórun fødd Bærentsen, dóttir Jonnu og Ebba Bærentsen. Tey eiga synirnar Heina, Jákup og Jónas.

 

Eftir loknan sjeyndaflokk á Venjingarskúlanum fór Kaj Leo Holm Johannesen til skips, 14 ára gamal. Í 1986 tók hann prógv sum skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hann hevur bæði verið við fiski- og farmaskipi, umframt starvast sum bilsølumaður.

 

Í 1989 kom hann í starv hjá Føroya Fiskasølu og frá 1995 til 1997 starvaðist hann á Kósini. Síðani 1997 hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er fyrrverandi landsliðsleikari í fótbólti. Hann leikti fýra dystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1991-92 og so var hann eykamálmaður fyri føroyska A-landsliðið meir enn 20 ferðir í árunum 1988-1994.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er ein av mest leikandi HB leikarunum. Hann vann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir við HB, tað var árini 1988, 1990 og 1998. Bæði á landsliðnum og á HB liðnum spældi Kaj Leo sum málmaður. Hann hevur ikki heilt slept fótbóltinum enn, men spælir fótbólt við Oldboys hjá HB av og á. Í 2010 vann hann gull við oldboys liðnum hjá HB, tá teir vunnu finaludystirnir Inni í Dal á Sandoynni 25. september 2010.

 

Kaj Leo Johannesen hevur eisini spælt hondbólt við Kyndli. Hann leikti 163 dystir og skoraði 625 mál.

 

Hinir løgmenninir hava verið:

2004 - 08

Jóannes Eidesgaard

nr. 11

1998 - 04

Anfinn Kallsberg

nr. 10

1994 - 98

Edmund Joensen

nr. 9

1993 - 94

Marita Petersen

nr. 8

1991 - 93

Atli P. Dam

 

1989 - 91

Jógvan Sundstein

nr. 7

1985 - 89

Atli P. Dam

 

1981 - 85

Pauli Ellefsen

nr. 6

1970 - 81

Atli P. Dam

nr. 5

1968 - 70

Kristian Djurhuus

 

1967 - 68

Petur Mohr Dam

 

1963 - 67

Hákun Djurhuus

nr.4

1959 - 63

Petur Mohr Dam

nr. 3

1950 - 59

Kristian Djurhuus

nr. 2

1948 - 50

Andrass Samuelsen

nr. 1