Sambandsflokkurin fær størstu afturgongd nakrantíð í nýggjar veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri ting.fo
Flokkurin hjá løgmanni missir fýra tingfólk og gongur heili 9 prosent aftur úr 24,7 niður í 15,7 prosent. Fólkaflokkurin fær sama umgang. Hann fer úr 22,5 prosentum niður 17,8 prosent.
Stóri vinnarin er Javnaðarflokkurin, sum fer úr 17,8 prosentum upp í 25,1 – ein framgongd upp á 7,4 prosent – og verður størsti flokkurin. Tjóðveldi gongur eisini nógv fram, 4,7 prosentstig og fer úr 18,3 prosetnum upp í 23 prosent. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa átta tingsessir í part.
Einasti vinnarin í samgonguni er Miðflokkurin, sum fær ein tingsess afturat.
Framsókn varðveitir tveir tingsessir, sum hann fekk á valinum, og Sjálvstýrisflokkurin varðveitir sín tingess. Kanningin hjá ting.fo vísir, at flytingarnar millum flokkar hjá Gerhard Lognberg og Janusi Rein onga positiva ávirkan hava á nýggju flokkarnar og onga negativa ávirkan og gomlu flokkar teirra.
Býtið í tinginum sambært gallupkanningini hjá ting.fo er soleiðis:
Fólkaflokkurin 6 (-3) (-2 í mun til valið)
Sambandsflokkurin 5 (-4) (-3 í mun til valið)
Javnaðarflokkurin 8 (+3) (+2 í mun til valið)
Sjálvstýrisflokkurin 1
Tjóðveldi 8 (+2)
Framsókn 2 (+1) (sama í mun til valið)
Miðflokkurin 3 (+1)
Býtið er 14 til samgonguna og 19 til andstøðuna. Sambært hesi veljarakanningini fellir samgongan við einum braki.
Lesið meira á ting.fo