Løgmaður farin frá

Kaj Leo Holm Johannesen hevur biðið um at verða loystur úr starvi sum løgmaður

 

Kaj Leo Holm Johannesen er nú farin frá sum Føroya løgmaður.

 

Tað fortaldi hann í KvF fyri eini løtu síðani.

 

Hann segði, at hann hevur sent løgtingsformanninum, Jógvani á Lakjuni, skriv, har hann biðjur um at verða loystur úr starvi sum løgmaður.

 

Tað er úrslitið eftir fund nú seinnapartin við Aksel V. Johannesen formann í Javnaðarflokkinum nú seinnapartin.

 

Aksel V Johannesen vil hava andstøðuflokkarnar at skipa samgongu, men Kaj Leo Holm Johannesen vildi ikki fara frá, fyrrenn hann hevði tosað við Aksel V. Johannesen um støðuna. Tann fundin høvdu teir nú seinnapartin, har úrslitið er, at løgmaður leggur kongin. 

 

KvF sigur, at í morgin verður formansumfar, har flokkarnir fara at vísa á, hvønn teir vilja hava at leiða samráðingar um eina nýggja samgongu, og tað verður uttan iva Aksel V. Johannesen.