Løgmaður fær 17.558 krónur meira í løn

Og landsstýrisfólk fáa slakar 15.000 krónur meira í løn um mánaðin. Tað stendur í uppskoti, sum løgmaður løgmaður hevur lagt fyri tingnið.

Sambært uppskotinum hjá løgmanni um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna, sum varð løgd fyri tingið fríggjadagin, so verður tann broyting, at landsstýrisfólk ikki longur kunnu vinna sær fulla tænastumannapensjón upp á átta ár. Landsstýrisfólk skulu – eftir næsta løgtingsval – hava 15 prosent í pensjónsinngjaldi, eins og onnur fólk.

 

Onnur broyting er, at landsstýrsfólk fáa frían bil í staðin fyri kostnaðarendurgjald.

 

Landsstýrismenn verða framvegis løntir eftir lønartalvuni hjá tænastumonnum landsins, tó so, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Tað merkir, at lønin hjá løgmanni hækkar úr 58.527 krónum um mánaðin upp í 76.025 krónur, og at lønin hjá landsstýrisfólkum hækkar úr 49.845 krónum upp í 64.380 krónur. Samstundis verður skipanin við borðfæ tikin av, og útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarðandi aðalráðum.

 

Skipanin við fríum bústaði í Tórshavn verður tikin av, tó soleiðis, at løgmaður fær heimild til, í ávísum førum, at játta landsstýrisfólkum endurgjald fyri útreiðslur til bústað í Tórshavnar kommunu.

 

Landsstýrisfólk fara ikki longur at fáa upp í 165.000 krónur um árið í kostnaðarendurgjaldi at ferðast til Havnar. Nú verður sett í verk ein skipan, har landsstýrisfólk fáa ókeypis og skattafrían tænastubil uttan førara at ráða yvir.

 

Eftir galdandi reglum, so fáa landsstýrisfólk, sum taka við øðrum starvi, dupulta løn. Tað kann vera, tá tey fara úr landsstýrinum, eitt nú fara aftur í tingið. Hendan skipan skal broytast soleiðis, at tað almenna tá bert skal gjalda munin upp til ásettu samsýningina hjá landsstýrisfólki.

 

Lesið uppskotið hjá løgmanni VIÐ AT TRÝSTA HER