Løgmaður: Eg fái eina frágreiðing um nakrar dagar

- Eg kann ikki reagera upp á forsíður á bløðunum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú sigur seg vilja hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í innlendismálum. Kári P. Højgaard skal greiða frá, hví viðmerkingarnar frá fakdeildunum í Innlendismálaráðnum higartil hava verið duldar fyri løgtinginum og almenninginum.

 

Løgmaður sigur seg higartil einki hava vitað um 11 síður felags frágreiðingina frá løgdeildini, kommunudeildin og umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum. Deildirnar gjørdu í felag sínar viðmerkingar til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard.

 

Heldur ikki, tá vit vísa honum á forsíðuna og blaðgrein í Sosialinum 9. august, har tað verður váttað av deildarstjóranum í løgdeildini í Innlendismálaráðnum, at frágreiðingin finst, og at í henni vóru nógvar viðmerkingar til lógaruppskotið.

 

- Hevði eg fingið at vita, at talan var um lemjandi kritikk móti einum lógaruppskoti, so hevði man væl ikki koyrt eitt lógaruppskot niðan í løgtingið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Løgmaður gjørdi tó einki fyri at spyrja eftir frágreiðingini frá fakdeildunum í føroyska løgmálaráðnum, sum í felag høvdu eina røð av viðmerkingum til lógaruppskotið frá sínum egna landsstýrismanni.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at eftir hansara tykki lá málið í góðum hondum hjá aðalstjóranum í Innlendismálaráðnum.

 

Løgmaður roknar við at fáa eina frágreiðing frá Kára P. Højgaard ”innan nakrar dagar.”

 

Samstundis sigur hann seg hava givið tinglimunum hjá Sambandsflokkinum í Rættarnevndini boð um, at einki álit til tunnilsuppskotið hjá landsstýrismanninum skal skrivast, áðrenn hann hevur fingið frágreiðingina frá Kára P. Højgaard.

 

Í gjár fekk Sosialurin loksins innlit í viðmerkingarnar frá deildunum í Innlendismálaráðnum. Frágreiðingin kann lesast við at TRÝSTA HER.

 

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

 

Høgni Hoydal: Løgmaður má leggja frá sær

Aksel V. Johannesen: Løgmaður er størsti trupulleikin

Hetta visti løgmaður

Her eru fjaldu fakligu ráðini til Kára P. Højgaard