- Hevði løgmaður brúkt vit og skil, var hann ikki farin til Russlands á vitjan í hesum døgum. Tað heldur Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgmanni.
Løgmaður hevur akkurát verið í Russlandi og roynt at slóðað fyri betri handilssambandi ímillum Føroyar og stórveldið eystanfyri. Tað hendir í kjalarvørrinum á, at Russland vil hava meiri fisk til keyps úr Føroyum, eftir at fleiri lond annars hava sett handilsforðingar í gildið ímótii teimum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er so bersøgin, at hann sigur, at hetta er at stinga vesturheimin og Nato, í bakið.
Les eisini: Kaj Leo hentur idiotur hjá Putin
Samstundis kann eisini staðfestast, at løgmaður hevur tikið hetta stigið, uttan at ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
- Vit fingu eina fráboðan um, at løgmaður fór til Russlands, men vit fingu ikki at vita, hvørji ørindini vóru, sigur Jákup Mikkelsen við Rás2
Hann sigur, at hann mátti ringja til løgmann at fregnast og tá fekk hann at vita, hvat løgmaður skuldi í Russlandi.
Hetta er eitt mál, sum er alt annað enn svart og hvítt, men ógvuliga fjøltáttað, sigur Jákup Mikkelsen
Tað er kærkomið at vit fáa betri handilssamband við Russland, tað hava vit roynt í nógv ár. - Men vit vita eisini, at støðan millum vesturheimin og Russland er sera spent í løtuni og undir hesum umstøðunum átti løgmaður ikki at verið farin til Russlands, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini
- Sum støðan er nú, hevði tað verið betri, at embætisfólk fóru til Russlands at loystu trupulleikan, og tað havi eg eisini sagt við løgmann, leggur hann afturat
Jákup Mikkelsen sigur, at tað kann takast sum ein óheppin boðskapur úr Føroyum til vesturheimin, at sjálvur løgmaður fer til Russlands. - Tað kann geva vesturheiminum londum tað fatan, at vit eru í parti við Russlandi ímóti vesturheiminum og tað kann verða óheppið
- Hevði løgmaður hevði brúkt vit og skil í hesum føri, var hann ikki farin sjálvur, sigur Jákup Mikkelsen
Hann vónar ikki, at hetta fær avleiðingar fyri Føroyar. - Men tað hevði verið betri fyri allar partar, at tað ikki var sjálvur landsins leiðari, ið var farin til Russlands í hesum døgum, leggur hann afturat.
|










