Løgmaður biðjur nú Løgtingið um eina játtan upp á sjey milliónir krónur til stríðið við ES um uppsjóvarfiskin.
Í sambandi við, at ES ætlaði at seta í verk handilsbann ímóti Føroyum, hevur landsstýrið arbeitt við at stevna ES fyri ein altjóða gerðarrætt.
Kannað varð eisini um tað bar at heita á altjóða havrættardómstólin í Hamburg um at áleggja ES til ikki at seta tiltøk í verk, ella at at áleggja ES at seta tiltøk úr gildi.
Og nú vil løgmaður hava sjey milliónir at fyrireika og fremja eitt slíkt gerðarrættarmál.
Hann hevur biðið Løgtingið játtað peningin, sum fyrst og fremst skal nýtast til uttanhýsis serfrøði.
Men harumframt skulu føroyingar rinda fyri ein part av arbeiðinum hjá limunum í gerðarrættnum og til umsitingina hjá rættinum
- Her er talan um at útvega okkum serstakar altjóða førleikar, ið kosta munandi meira enn tað, vit kenna frá øðrum málum hjá landsstýrinum, sigur løgmaður.
Landsstýrið hevur eisini kannað, um tað ber til at kæra handilstiltøkini hjá ES ímóti Føroyum til WTO.