Hans Gammeltoft Hansen er nú farin undir avhoyringarnar í síni kanning av málinum um Eysturoyartunnilin.
Avhoyringarnar í málinum eru almennar, og í kvøld bar Dagur og Vika boð um, at løgmaður - sambært vitnisfrágreiðing frá einum fulltrúa - var við til at gera sonevndu break-fekk avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners. Júst hesin parturin av avtaluni hevur fingið nógva umrøðu, og á tingsins røðarapalli hevur løgmaður fyrr staðfest, at hann ikki átti lut í hesi avtalu - og at hann ikki kundi funnið upp á at gjørt slíka avtalu.
Men hetta samsvarar so ikki við tað, sum ein embætismaður í nú fyrverandi Innlendismálaráðnum greiddi frá í dag.
Sambært Degi og Viku vóru boðini, at løgmaður sjálvur fór á fund við CIP, tá tað stóð greitt, at ætlaði tunnilssáttmálin skuldi aftur í tingið. Seinni varð Kári P. Højgaard eisini kallaður á fund, og eftir hetta varð nógv umrødda break-fee avtalan gjørd, sambært vitnisfrágreiðingini í dag.