Hóast hann var spáddur at vinna stórsigur, tá hann í summar bjóðaði seg fram sum forsætisráðharraevni, so gjørdist Søren Pape Poulsen og Konservativi flokkur hansara ein av stóru taparunum í fólkatingsvalinum í gjár.
Tá DR spurdi hann, hvat hann heldur um, at tað eru tey norðuratlantisku fólkatingsumboðini, sum skulu gera av, at Mette Frederiksen skal halda fram, segði hann tað vera tankavekjandi.
– Soleiðis er fólkaræðið skrúvað saman, og tað mugu vit virða. Men tað er tankavekjandi, at danir hava valt, at vit skulu hava ein annan forsætisráðharra. Men tað mugu tey so gera upp við seg sjálvi, um tey halda, at fólk í Føroyum og Grønlandi skulu avgera tað, segði Søren Pape Poulsen.
– Men soleiðis er fólkaræði, og soleiðis stendur í grundlógini, so tað mugu vit tola, og tað toli eg og taki tað púra róliga, segði hann.











