Løgdu fram stóra útbyggingarætlan

Krígssavnið í Vágum hevur í morgun lagt fram stóra útbyggingarætlan.

Krígssavnið í Vágum hevur í morgun lagt fram stóra útbyggingarætlan.

 

Savnið hevur, í samráð við WestTech í Sørvági og Fuglark í Klaksvík, fyrireikað eina stóra útbyggingarætlan fyri bygningarnar, ið standa oman fyri landsvegin við Vága Floghavn.

 

Talan er um grøna bygningin, sonevnda SOR-bygningin, og tornið við síðuna av.

 

Ætlanin er at byggja eina høll oman yvir SOR-bygningin, og savna alt tilfarið hjá Krígssavninum her. Skitsuprojektið hevur íblástur úr søguligum søvnum uttanlands.

 

Talan er um eina útbyggingarætlan fyri tilsamans 32 milliónir krónur. Enn manglar fíggingin tó at koma upp á pláss.

 

Karl Johan Nielsen, formaður fyri Krígssavnið í Vágum, sigur seg hava góðar vónir um, at tað eisini eydnast at fáa fíggingina uppá pláss.

 

- Men tað er greitt, at arbeiðið fer ikki í gongd, áðrenn fíggingin er komin upp á pláss, sigur Karl Johan Nielsen.