Uppskotið frá Tjóðveldi um stuðulsskipan til at seta upp løðistøðir til elbilar kring landið, varð í dag beint í fíggjarnevndina til viðgerðar. Endamálið við uppskotinum er at geva fólki veruligan møguleika at brúka elbil.
Snarløðistøðir eiga at verða settar upp í øllum størri oyggjunum, so til ber at koyra kring landið, og løða bilin, uppá stutta tíð, heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Skotið verður tí upp at gera eina stuðulsskipan, har ein millión krónur verða settar av í ár - sum nú er lagt fram í eykajáttanaruppskoti - og tvær milliónir í 2015. Játtanin skal vera tíðaravmarkað, so ferð kemur á at seta upp løðistøðirnar.
Løgtingið samtykti longu á vári 2008 at bilar, sum burturav koyra uppá ravmagn ella vetni, skuldu sleppa undan skrásetingargjaldi. Bilarnir gjalda heldur einki CO2-útlátsgjald. Avgjaldsfrítøkan varð gjørd fyri at eggja fólki til at útvega sær elbil, men hetta hevur kortini ikki sett ferð á søluna av elbilum.
Hóast Føroyar eru stak væl egnaðar til elbilar, so koyra bert nakrir heilt fáir á føroysku vegunum. Ein av orsøkunum er uttan iva, at nærum ongar løðistøðir eru kring landið, og brúkarin noyðist tí at dúva uppá løðingina heima við hús, sum gerst ein trupulleiki, tá koyrast skulu longri strekkir.