Lodnustovnurin undir lupp

Lodna hevur líka sum sildasmakk, og lodnurogn verða brúkt sum sushi undir navninum ”masago”.

Grønlendska reiðaríið, Polar Seafood, er farið í samstarv við Ísland og Noreg um at skráseta lodnustovnin, og skip hjá trimum londum  luttaka í hesum kanningum.

 

Mett verður, at havøkið millum Grønland, Ísland og Jan Mayen kann bera so stórar nøgdir av lodnu, at vinnuligur fiskiskapur kann fara fram og í kanningunum, sum nú verða gjørdar, luttaka fýra skip. Ivasamt hevur annars verið, um nakar lodnufiskiskapur bleiv í ár.

 

Síðan á nýggjárinum hava grønlendsk og íslendsk skip verið á rannsóknarferðum. Polar Seafood hevur brúkt skipið, Arni Fridrikson, og íslendingar hava brúkt skipið Asgrimur til hesar royndir. Norsku skipini eru sambært norðmonnum sjálvum, Åkerøy og Roaldsen.

 

Lodna hevur líka sum sildasmakk, og lodnurogn verða brúkt sum sushi undir navninum ”masago”. Størstu nøgdirnar av lodnu fara til fiskamjøl og fiskaolju.

 

Sagt verður um lodnu, at hon kemur inn móti landi í Íslandi at at gýta, men kanningar higartil hava ikki sannført myndugleikarnar um, at grundarlagið er ikki fyri at útskriva vinnuligar lodnukvotur í ár.

 

Lodna er millum 11 og 20 sentimetrar long og gongur í torvum í arktiskum sjógvi. Hon er týðandi partur av føðini hjá toski og grønlandskópi.

 

Hjá Polar Seafood vóna tey, at nøgdirnar av lodnu fara at vísa seg at vera so mikið stórar til, at vinnuligur fiskiskapur kann fara fram.

 

Tað skrivar www.sermitsiaq.ag.