Lockerbie-bumbumaðurin deyður

Fyrrverandi libyski fregnartænastumaðurin Abdel Basset al-Megrahi, sum varð dømdur fyri Lockerbie-yvirgangsálopið í 1988, er deyður av krabbameini. Tað sigur beiggin Abdulhakim sambært tíðindastovunum. Hann sigur við Reuters, at Abdel Basset al-Megrahi doyði í heimi sínum í Libya.

Í 2001 gekk táverandi libyski leiðarin, Muammar Gaddafi, við til at útflýggja Al-Megrahi til rættarsókn í Bretlandi. Har fekk hann lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið boð um at leggja eina bumbu í eitt flogfar hjá amerikanska flogfelagnum Pan American beint fyri jól í 1988. Bumban brast, júst sum flogfarið var uppi yvir skotska býnum Lockerbie. Øll tey 259 í flogfarinum og 11 fólk í Lockerbie doyðu.

Tá Al-Megrahi hevði sitið nøkur ár í fongsli í Bretlandi, kom fram, at hann var illa sjúkur av krabbameini, og at hann hevði stutta tíð eftir. Í 2009 bretar gingu við til at lata hann sleppa til Libya.

Abdel Basset al-Megrahi var 60 ára gamal, nú hann doyði.