Loch Ness í Grønlandi

Øll kenna søguna um ódjórið í Loch Ness-vatninum í Skotlandi, og nú hava vit so fingið eina tílíka søgu afturat. Hesaferð hava nakrir grønlendskir veiðimenn sæð eitt djór í Seersinnilik-vatninum.

Ein av monnunum, Jens Frederiksen, sigur við KNR, at í fyrstani hildu teir tað vera ein bát, men at tað vísti seg at vera eiott djór, sum líktist einum hvali. Jens Frederiksen og ein felagi hansara eygleiddu djórið eina løtu, men so hvarv tað aftur um eitt nes.

KNR skrivar, at Seersinnilik-vatnið er einar 25 kilometrar langt. Tað løgna er kanska, hvussu ein hvalur er komin í eitt vatn, sum er 10 kilometrar frá sjónum.