Nú er ein tíð liðin, síðan spaki varð settur í til nýggja fimleikarhøll í Runavík, sum verður bygd eystanfyri - og áføst - gomlu ítróttarhøllina.
Tað er Búsetur, sum hevur høvuðsarbeiði um hendi.
Samstundis, sum jørð-og betongarbeiði er í gongd við fimleikarhøllini, er skótahúsið, sum verður bygd eystari móti Mýrunum, um at verða innilokað.
Báðar hesar verkætlanir eru stuðlaðar av danska LOA-grunninum við ávikavist tveimum miljónum til skótahúsið og fýra miljónum til bygging av fimleikarhøllini.
Tað var á fundi í LOA-grunninum í fjør summar, at stýrið fyri grunnin samtykti at stuðla byggingini av nýggju fimleikarhøllini undir ávísum treytum.
Sambært upprunaligu ætlanini skal nýggja fimleikarhøllin standa liðug til heystar, og áður er samlaði byggikostnaðurin mettur til einar 30 miljónir krónur.
Portalurin tók viðheftu mynd í Runavík seinnapartin í gjár.