Í rørsluni verður í dag tosað um hesi bønarúmini fyri tey starvsfólkini, ið ynskja tað, eisini kristin fólk.
- Biðirúm eru góð. Eg meini, at slík áttu at verið á einumhvørjum arbeiðsplássi har møguleiki er til tað, og har starvsfólkini seta fram ynski um tað, skrivar Ellen í eini grein í blaðnum “Kristne Arbeidere”, sum hon kallar “Jesus í arbeiðslívinum”.
- Eg eri sannførd um, at tey sum trúgva uppá ein góðan og rættvíst dømandi Jesus, sum er her fyri okkum, eisini fáa styrki til at tola meiri av teirri høgu ferðini og trýstinum, sum finst í stórum pørtum av arbeiðslívinum, skrivar Ellen.
Hon meinar eisini, at norskir arbeiðstakarar hava brúk fyri tí stuðlinum sum Jesus kann geva á ymiskan hátt.