Tíðindaskriv
Aftur í ár ber føroyski álmanakkin hjá H.N. Jacobsens bókahandli boð um, at árið er farið at halla, og at eitt nýtt ár er á veg. Í álmanakkanum 2005 er sum vant nógv at finna um nýggja árið .
Í fyrsta parti er m.a. sjálvur álmanakkin, yvirlit yvir sól- og mánastøður í árinum og tað, sum vert er at vita um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum í 2005.
Síðani koma nógv nýttu streymkurvarnar, talvan við vestfalskyrrindunum og streymkort saman við lista yvir motorbátar undir 20 tons. Listin við skipum yvir 20 tons er aftur í ár prýddur við myndum av skipunum. Í hesum pørtunum eru sum vant nógvir aðrir hentir og dagførdir upplýsingar av alskins slag til sjóvinnuna.
Tilfarið um landbúnaðin, alivinnuna og oljuvinnuna er eisini dagført, og tað eru nógvu hentu upplýsingarnir aftast í álmanakkanum sjálvandi eisini.
Føroyski álmanakkin 2005 er 456 síður, og hann fæst bæði innbundin og heftur. Innbundin kostar ¡lmanakkin 2005 190 krónur, og vælkenda hefta útgávan fæst fyri einans 140 krónur.