Øll vilja verða roykfrí

Undirtøkan fyri átakinum Ársins Roykfríi Skúli er methøg í ár

Undirtøkan fyri kappingini Ársins roykfríi skúli er met høg í ár, heilir 73 flokkar hava meldað til.

 

Spennandi, hvussu nógvir av hesum flokkum klára avbjóðingina at halda seg roykfríar í ein mánað.

 

Fólkaheilsuráðið gleðast um, at tey ungu taka so væl undir við tiltakinum.

 

Í átakinum skulu flokkar binda seg til at vera roykfríir í ein mánað. Lærarin fær til uppgávu at kunna Fólkaheilsuráðið um, hvussu ofta næmingarnir hava roykt seinasta mánaðin.

 

Vinnandi flokkurin fær eina konsert við Danny & the Veetos.