Øll tosa um veðrið…

- men eingin ger nakað við tað, segði Storm P á sinni.

Men nú hevur ein heilur veðurlagsídnaður tikið seg upp, sum skapar ræðslu og angist, - og sum frálíðir vil gera fjøld av fólki til hugkymlað vrak.

Okkurt av tí í Dimmu 1. apríl skal hava stuttar vimerkingar.

Tá tosað verður um spillvatn í sambandi við stóru megina av fríttfallandi vatni, sum verður skapað til elmegi, so er ta kanska ein sannleiki við stórum og ókendum modificatiónum.

Tað má vera munur á, at vatnið alt endar í sama umhvørvið sum áður (Vestmanna), og so tá vatnið verður leitt í Sundalagið, sum alt tað vit vitað um at siga er farið í Funningsfjørð.

Fara tankarnir yvir til stóra kontinentið í eystan, har stóru vatnmongdirnar vórðu leiddar frá at fara í Íshavið, men suðureftir til landbúna, og Aralsjógvurin varð brúktur til sama endamál, tá hevur vistfrøðin brúk fyri veldigum kreftum at fáa javnvág í aftur.

At tosa um nógv tað størsta elementið í heiminum sum spillvatn, má vera stytsta leiðin til undirgang.

Lítið verður tosað um fotosyntesuna í botanisku vísindini sum grundarlagið fyri øllum biologiskum lívi, sum umframt m.a. vatn og sól, brúkar kuldioxid, - hetta evni, sum veðurlagsguðurin Al Gore gevur alla skyldina fyri álvarsligu veðurlagsbroytingingunum.

Í staðin fyri at økja um fortretirnar fyri fotosyntesu, nú "vit í stórum hava økt um framleiðsluna av kuldioxid", so fella vit regnskógirnar.

Við kuldioxidinum út í luftina fara alskyns kemisk evnir sama veg og spjaðast runt um allan knøttin. Pólarnir verða av økta hitanum ikki bara minni í ummáls, men tað sum eftir er av teimum hevur av myrkara litinum mist ein part av førleikanum til at kasta heita sólarljósi útaftur í rúmdina.

Man skiftandi aktiviteturin á sólini hava so lítlan týdning fyri veðurlagið her á jørðini, sum menn vilja vera við.

Langa tíð áðrenn mannaættin fór í holt við at tosa um ymisk fyribrygdi í lufthválvinum kring jørðina, høvdu vit á okkara leiðum eitt tíðarskeið, sum søgumenn kalla fyri ístíðina, so nógv í hugarenslinum hjá okkum mannabørnum kann vera hugvekjandi at seta orð á.

Sum tá tað einaferð fyrst í fimmtiárunum letur í eini nógv lesandi konu norðuri í Tjørnuvík: Vitinskapurin kemur at forderva hesari verð.

Í Føroyum er júst maður heiðraður fyri at gera lívsins bók til einkis at vera.

Henda bók skrivar heimssøguna forlens, meðan mannabørn skriva søguna baklens.

Lívsins bók skrivar um tíðarskeið, har mannættin gerst ørkymlað og veit hvørki út ella inn.

Tonk! Í henni stendur eisini, at eldur skal koma í frumevnini, - hetta næstan 2000 ár áðrenn atomvísindin sá dagsins ljós.

Eg biði teg ikki um ikki at lurta eftir Al Gore, men eg biði teg eisini um at leggja oyra til Storm P, um ikki at fylla alt tína rúmd upp við øllum tí sum tú einki kanst gera við, men vera livandi upptikin av tí sindri sum hvør eistakur av okkum hevur við at gera í nærumhvørvinum og haganifrá so langt út sum lív og ávirkan okkara røkkur.

Sjálvsøkni og at vilja seg sjálvan er einasta orsøkin til ræðuleikarnar sum Al Gore umrøður, - og eingin ideologi ella læra av monnum hevur ella fer at rokka við okkara sjálvsøkni.

Men óttast ikki!

Rætt teg fram móti framtíðini við vón móti vón - og ævinleikanum við nýggjum himli og nýggjari jørð.