Tað er nógvur fótbóltur á skránni í kvøld. Fyrsta umfar í øðrum triðingi í bestu deildini verður. Tað vil siga, at nú verður fyri aðru ferð talan um uppgerðir millum tey lkiuðini, sum hittust í fjórða umfari, ið varð á skránni 2. og 3. apríl.
Tað er ógvuliga tætt í toppinum. Støðutalvan sigur, at fimm tey fremstu eru Víkingur, KÍ, B36, HB og NSÍ. Felags fyri hesi fimm er, at tey í kvøld fara at spæla á útivølli.
Í Eysturoy vera tríggir dystir: Á Toftum verður oyggjauppgerð millum botnliðið og toppliðið, í Fuglafirði verður oyggjauppgerð millum nummar seks og nummar fimm, og KÍ, sum er fremst í framúr tøttu kappingini um næstfremsta plássi, at vitja uppflytararnar á Skála, sum eru á sjeynda plássi og eru við at leggja sjógv millum seg og niðurflytingarstrikuna.
Grannauppgerð verður á Argjum, har meistararnir í B36, sum eru á bronsuplássinum, vitja AB, ið er næstaftast og framvegis ikki hevur vunnið.
Í Trongisvági verður klassikarin millum TB, sum er á áttanda plássi og trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, og HB, sum er á fjórða plássi.
ÍF-NSÍ: Petur Reinert kl. 18.30
B68-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.00
Skála-KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
AB-B36: Alex Troleis kl. 18.00
TB-HB: Lars Müller kl. 18.30
Støðan undan 10. umfari
Víkingur 18
KÍ 17
B36 17
HB 17
NSÍ 15
ÍF 14
Skála 9
TB 8
AB 5
B68 3