Øll sluppu við lívinum, tá eitt turkiskt flogfar datt niður nærhendis Schiphol-floghavnini í Amsterdam í morgun Summar tíðindastovur siga, at eitt fólk hevur latið lív, men turkiska flogfelagið, sum eigur flogfarið, sigur, at øll sluppu við lívinum.
Flogfarið, sum er av slagnum Boeing 737-800, hevði sambært fjølmiðlunum 135 ferðafólk umborð, tá óhappið hendi. Turkiskir fjølmiðlar siga, at 20 fólk fingu skaða.
Flogfarið fór úr Istanbul klokkan sjey í morgun og skuldi seta seg í Amsterdam klokkan 09.40. Men stutt frá floghavnini datt tað niður.
Schiphol er tann fimstistørsta floghavnin í Evropa.