Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, sigur við Sosialin, at hann fer at senda eina áminning út á øll sjúkrahúsini, so sjúklingar ikki verða fyri órætti. Sambært honum, eru reglurnar púra greiðar.
- Tað eru yvir 30 yvirlæknar, sum ávísa sjúklingar av landinum. Læknarnir eru bara meinniskju, so sjálvandi kann vera munur á, hvussu teir umsita og tulka reglurnar, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur tað vera óheppið, um fólk kenna seg illa viðfarin. Tí, sum hann sigur: Tað er umráðandi, at øll verða líka viðfarin.
Landsstýrismaðurin vísir á, at til ber at kæra eina avgerð. Men tað hendir ikki so ofta. Men samstundis skilur hann, at tey, sum hava fingið fylgjara, sjálvandi ikki kæra sína neyð. Tí verða tað bara tey, sum ongan fingu, sum verða at finna í kæruskipanini.
- So tað einasta eg kann gera er at fylgja málinum upp, so læknarnir umsita reglurnar meira eins, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki hevur ætlanir um at ganga ynskinum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á møti, um at øll áttu at fingið tilboð um fylgjara.
- Sum støðan er í landinum, er tað trupult at fáa pengarnar at røkka til serviðgerð uttanlandst. Tað hevði snøgt sagt verið alt ov kostnaðarmikið, sigur hann.










