– Øll skulu sjálvandi hoyrast

– Um øll ikki eru hoyrd ordiligt, so skal mann hála í neyðbremsuna og syrgja fyri, at øll verða tað, sigur Peter Flügge frá Yvirfriðingarnevndini

Vit hava spurt Peter Flügge frá Yvirfriðingarnevndini um atfinningarnar frá FNU í sambandi við at drena .

– Sjálvandi skulu eigarar og brúkarar á økinum verða hoyrdir. Tá FNU gjørdi vart við hetta, kannaði eg tað, sigur Peter Flügge og greiðir víðari frá, hví bara Hagastýrið í Dalshaga varð hoyrt.

– Tað eru nógvir eigarar í einum haga, og tað er fyri so vítt rætt, at teir ikki eru blivnir spurdir hvør sær. Men Hagastýrið umboðar allar eigararnar, og tí spurdu vit Hagastýrið. Tað er vanligur framferðarháttur. Hagastýrið váttar, at tey ikki hava nakrar trupulleikar við verkætlanini, sigur hann.

Les eisini: Vilja grava veitir í haganum uttan at spyrja eigararnar

Peter Flügge vísir á tvey fyrilit í metingini hjá Yvirfriðingarnevndini.

– Eitt fyrilit er tann órørda natúrliga náttúran. Eg hugsi, at øll kunnu vera samd um, at tað er nummar 1, um tað kann lata seg gera. Hitt fyrilitið er at gera grøna orku, har eitt inntriv er neyðugt við at lata vatn í vatnið og harvið broyta náttúruna. Ein konsekvensanalysa er gjørd, og har situr ein lívfrøðingur, sum hevur sagt, at grundarlag er ikki fyri at nokta verkætlanini, sigur Peter Flügge.

Málið er á dagsskránni til fund hjá Yvirfriðingarnevndini í morgin, og tá verða sjónarmiðini FNU tikin til viðgerðar.

– Um øll ikki eru hoyrd ordiligt, so skal mann hála í neyðbremsuna og syrgja fyri, at øll verða tað. Tað hevur sjálvandi stóran týdning, sigur hann.