Øll skulu kunna ferðast trygt

Trygg kommuna: - Verður henda ferðslutrygdarætlanin sett í verk, skulu øll kunna ferðast trygt, óansæð um tey ganga, renna, súkkla, eru í koyristóli, koyra bil ella annað. Tórshavnar kommuna skal vera ein trygg kommuna, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd.

- Eg vóni, at henda ferðslutrygdarætlanin kann verða samtykt bæði í nevndum og í býráðnum, sigur Marin Katrina.

Saman við teknisku umsitingini í kommununi hevur ein í eina tíð hava arbeitt fram ímóti at fáa gjørda eina slíka ætlan.

Tað serstaka við ætlanini er, at hon ikki bert er galdandi fyri Havnina, men er fyri øll støð í kommununi - og herundir eisini Kollafjørð, sum er umrøtt í hesum Oyggjablaðnum.

Nógv arbeiði er sjálvandi gjørt í hesum sambandi seinastu árini, men nú skal so gerast ein heildarætlan.

- Eg haldi, at tað er sera umráðandi at kommunan fær eina slíka ætlan, sigur Marin Katrina. - Tí, sum hon sigur: At arbeiða frá máli til mál, er ein farin tíð.


Vandamikil støð

Tað er ikki óvanligt, at størri býir í grannalondum okkara hava slíkar heildarætlanir - nevndar trafiksikkerhedsplaner.

Hjá teimum er ein slík ætlan eitt amboð ella ein støðislýsing yvir alla ferðslu, vegir, gøtur og aðrar farleiðir í kommununi. Hon lýsir vandamikil støð, eins og hon lýsir ferðslutryggar farleiðir.

Ferðslutrygdarætlanin er eitt stýringsamboð, ið ger tað lættari hjá umsitingini og býráðspolitikkarunum at stýra eftir.

Endamálið við ferðslutrygdarætlanini er, at øll skulu kunna ferðast trygt í allari Tórshavnar kommunu, óansæð hvussu og hvar tey ferðast.

Marin Katrina vísir á, at við eini slíkari ferðslutrygdarætlan fæst ein yvirskipað mynd av allari kommununi ella ein støðislýsing av ferðsluviðurskiftunum í kommununi, sæð við ferðslutrygdarbrillum.

Her verða allir vegir flokkaðir eftir stødd, ferð, nýtslu, eins og gongugøtur og vegamót.

- Henda ætlanin kann siga okkum, hvussu nógv vandamikil vegamót vit hava í kommununi. So kunnu vit t.d. seta okkum fyri, at hasum fara vit eftir og loysa tann trupulleikan, innan eitt ávíst tíðarskeið og verður peningur settur av samsvarandi, vísir forkvinnan í teknisku nevnd á.

- Við eini ferðslutrygdarætlan ber lættari til at raðfesta og at arbeiða yvirskipað og ikki frá “bungu” til “bungu”, sum hon tekur til.


Óneyðugt at rópa

Fyri Marin Katrinu Frýdal er greitt, at henda heildarætlanin fer at geva býráðnum eitt amboð at stýra eftir. Hon er tí heldur ikki í iva um, at ætlanin fer at gera arbeiðið hjá umsitingini lættari og effektivari.

- Eg leggi haraftrat serligan stóran dent á, at tú við eini slíkari ætlan hevur møguleika at viðgera øll og allar borgarar, býlingar og bygdir eins - og ikki sum tað mangan vísir seg sum, at tann sum rópar harðast sleppur framat, ella tann sum hevur størst orku at berjast við myndugleikan.

Fokus skal somuleiðis setast á lógarverkið innan ferðsluviðurskifti og byggisamtyktina hjá kommununi, eins og tað er ynskiligt hjá umsitingini at hava eina vegahondbók, sum tekur støði í vegabygging grundað á galdandi vegtekniskar normar.

Tá ið ferðslutrygdarætlanin er liðug, verður ein heildarætlan løgd yvir hvørji innsatsumráðir arbeiðast skal víðari við og hvørji lokal tiltøk skulu takast í nýtslu fyri at betra um ferðslutrygdini.

- Lidna ferðslutrygdarætlanin skal fyrst góðkennast av teknisku nevnd og síðani av býráðnum. Men tá er grundstøðið lagt at kunna ráðgeva, eins og á uppskot, leiðbeining og viðmerkingar frá borgarum í kommununi.