– Í okkara ríka landi skal eingin, og serliga ikki barnafamiljur, stúra fyri at enda á gøtuni. Tað ger Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, greitt í eini fráðboðan nú seinnapartin.
Hon sigur, at tískil skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at ein listi verður gjørdur fyri tey, sum hava bráðtørv á bústaði, soleiðis at fólk eru tryggjað tak yvir høvdið, verða tey brádliga uppsøgd úr leigubústaði sínum.
– Bústaðarpolitikkur er ein samfelagslig ábyrgd. Ein virkin, almennur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar øllum borgarum rætt til ein hóskandi bústað, er eitt sjálvsagt javnaðarpolitiskt mál, og tí arbeiðir flokkurin hart við at bøta um avbjóðingarnar, vit hava á økinum í løtuni, sigur hon.
Les meiri HER