Øll skulu fáa fylgjara við

Uppskot frá Miðflokkinum um at øll skulu fáa fylgjara við, verða tey send uttanlands at fáa sjúkraviðger, 1. viðgerð í tinginum

Miðflokkurin hevur skotið upp, at øll sum verða sett uttanlands at fáa sjúkraviðgerð, skulu fáa fylgjara við sær.

 

Eftir galdandi reglum, so fáa tveir triðingar av teimum, sum  verða send uttanlands fylgjara við sær, meðan restin ikki fær fylgjara við sær.

 

Miðflokkurin heldur, at ein slík støða altíð ørkymlar og tí eigur sjúklingurin at fáa ein nærstandi við sær. Í viðmerkingunum verður sagt, at hetta fer at kosta tí almenna millum tríggjar og fýra milljónir krónur eyka.

 

Uppskotið var eisini frammi í farnu tingsetu, men kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn tingið fór í summarfrí.