Tey seks fólkini, sum um páskirnar doyðu í einum summarhúseldi í Svøríki, eru øll donsk.
Tað váttar svenska løgreglan við Västra Götaland fyri donskum fjølmiðlum.
Talan er um fýra vaksin og tvey børn.
- Tvey av teimum deyðu búðu í Danmark, meðan hini fýra øll búðu í suðursvøríki, sigur Jeannette Arvidsson frá løgregluni í Falköping.
Enn er orsøkin til eldin tó ókend.
- Vit hava sambært mannagongd sett eina kanning um morðbrand í gongd, tí vit vita hvørki hendanvegin ella handanvegin, men enn er einki sum bendir á eitt brotsverk, sigur Jeannette Arvidsson.