Øll rend útum á Glasi

Brandalarmurin fór at ýla, men talan var enn einaferð um falskan alarm

Fyri lítlari løtu síðani fór alarmurin á Glasi í gongd, og øll starvsfólk og allir næmingar vórðu sendir útum.

Talan var tó - eins og fleiri ferðir fyrr - um falskan alarm, verður sagt frá sløkkiliðnum.

Átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum var skjótur avstað, men á Glasi gjørdist greitt, at talan var um falskan alarm. Eftir øllum at døma var alarmurin farin í gongd av dampi onkrastaðni frá, eru boðini frá sløkkiliðnum.

Evalueringin hjá átaksleiðaranum er nú liðug, og næmingar og starvsfólk hava fingið boð um, at teimum nýtist ikki at standa úti í kuldanum meira, tí at tað er trygt at fara inn aftur í skúlan.